Nú hevur Varðin Pelagic á Tvøroyri fingið byggiloyvi til nýggja protein- og lýsivirkið, ætlanin hevur verið at byggja á Tvøroyri. Tað varð einmælt samtykt í Tvøroyrar Býráð fyri eini løtu síðani.
Nú eru tvey ár síðani at Varðin Pelagic søkti um byggiloyvi, men ikki fyrrenn nú er klárt at geva byggiloyvi.
Orsøkin er, at misnøgd hevur verið við ætlanina, tí nøkur hava mett, at hetta er alt ov stórt inntriv í nátturuna og at hetta fer at skemma grannalagið við tí høga skorsteinunum, umframt at nakrar silo skulu setast upp.
Tí er málið kært fleiri ferðir, men býráðslimir vístu á, at verkætlanin er tillagað fleiri ferðir fyri at ganga teimum á møti, sum hava verið ónøgd.
Býráðslimir duldu ikki fyri, at teir vóru argir um, hetta hevur drigið so leingi út. Støðan hjá býráðslimunum kann samanfatast við tí, varaborgarstjórin, Annita Vibergsdóttir segði á býráðsfundinum tá ið hon helt fyri, at tað er gott, at fólk brúka sín demokratiska rætt at vera atfinningarsom, og at kæra - men hon helt kortini at tað skal valdast.
Nú byggiloyvið er útvegað, verður bara bíða eftir at yvirfriðingarnevndin góðkennir verkætlanina, og verður hendan avgerðin ikki kærd, er væntandi, at tað verður klárt at seta spakan í heilt tíðliga næsta ár.