Á myndini eru tær, frá vinstru Elsebeth Samuelsen, Annika E. Breiðaskarð, Bingerð H. Fosságil, Linda Arnfríaðrdóttir, Elisabeth Eið Eliassen, Ella N. Heinesen og Silja Michalsen.
Nú hevur nevndin skipað seg
Tey hava fingið nýggjan tiltakslim
Áki Bertholdsen
4. juli 2024 kl. 10:45
Heilsurøktarafelagnum hevði aðalfund tann 20. apríl og nú hevur nevndin skipað seg.
Forkvinnan, Bingerð H. Fossági, stóð ikki fyri vali á aðalfundinum hesa ferð, so hon heldur fram sum forkvinna. Linda Arnfríðardóttir er næstforkvinna og skrivari. Nevndarlimir eru Elisabeth Eið Eliassen, Elsebeth Samuelsen og Annika E. Breiðaskarð.
Tiltatkslimir eru Ella N. Heinesen og Silja Michalsen.
Forfólk verður valt beinleiðis á aðalfundi hjá Heilsurøktarafelagnum og valskeiðið er triðja hvørt ár. Bingerð H. Fosságil varð vald til forkvnnu í fjør, so hetta er annað árið hjá henni í hesi setuni
Silja Michalsen er nývald sum tiltakslimur.