Nú hevur hon sína egnu framsýning

Hesi seinastu árini hevur hon verið íðin at mála, og serliga væl dámar henni blátt

Áki Bertholdsen
28. mai 2024 kl. 10:02

Fríggjadagin letur Anna Eiriksdóttir upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Anna er av Tvøroyri, men býr í Havn. Hon hevur sítt dagliga starv í Føroya Rætti og fór at mála fyri 20 árum síðani, men hevur havt onkrar steðgir ávegis. Seinastu árini hevur Anna verið íðin at mála, og tað sæst aftur í tí, sum er komið burturúr. 

Anna Eiriksdóttir hevur nakrar ferðir áður havt framsýningar saman við øðrum. Tað eru tó nøkur ár síðani seinast. Nú hevur hon so tikið stigið til sjálv at hava sína egnu listaframsyning.

Hon hevur roynt ymiskar teknikkir, men tað mesta hon málar nú, er acryl á lørift og pappír. Myndaevnini eru ikki sørt abstrakt úr føroysku náttúruni. Onnu dámar væl bláar litir, og tað speglast aftur í nógvum av málningunum.

Nøkur evni eru fuglar og serliga fuglar á flogi. Eisini er havið eitt evni, tí havið er fantastiskt og gevandi, sum Anna málber seg. Alt hetta endurspeglar seg í málningunum, sum kunnu lýsast sum friðsælar og bleytar. 

Málningarnir, sum Anna nú sýnir fram í Smiðjuni, eru allir nýggir málningar, sum ikki eru sýndir fram áður og framsýningin letur uop fríggjadagin klokkan 15 og hon er opin til týsdagin 4. juni.