Í dag tapti Víkingur fyri fyrstu ferð í landskappingini í næstan eitt ár. Eftir 21 sigrar á rað noyddist Víkingur í dag av vøllinum við 2-1 tapi í Klaksvík, har trífaldu meistararnir við sigrinum togaðu seg nærri toppinum, sum nú er trý stig burtur. KÍ er undir liðini á HB. Dysturin í dag var tann fyrsti í 9. umfari. Í morgin fer HB at spæla á útivølli ímóti Skála. Um tað eydnast HB at vinna fulla úrtøku á Skála, so verður HB eftir 9. umfar undir liðini á Víkingi við 24 stigum, og KÍ hevur 21 stig.
Fótbóltslíkindini vóru fín, tað vóru nógvir áskoðarar, og eftir at Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð var lagið í heimaleguni – bæði á og uttanfyri vøllin – heilt gott. Máltalvan vísti 2-1. Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er trý stig frá Víkingi, og úrslitið ber eisini við sær, at sigursrøðin hjá Víkingi er av á hesum sinni. Víkingur hevði undan dagsins dysti vunnið 21 landskappingardystir á rað og í øllum hesum dystunum og í eitt knapt ár vunnið fulla úrtøku í øllum landskappingardystunum.
-Hetta er eingin katastrofa. Vit spældu ein góðan dyst, og tað gjørdi KÍ eisini. Vit hava ongantíð roknað við, at vit ikki fóru at tapa aftur. Nú er fyrsti triðingur av kappingini av, og vit eru trý stig frammanfyri KÍ. HB er trý stig aftanfyri okkum og hevur møguleika at leggja seg upp á síðuna á okkum. Vit knarra ikki um, at fleiri av okkara eru skaddir, og at Sølvi var noyddur at fara av vøllinum longu í fyrra hálvleiki. Ivaleyst hevði tað sína ávirkan, men tað eru teir, ið eru tøkir, sum spæla. Hjá okkum var talan um onkur mistøk, sum kostaðu nógv, men nú hyggja vit fram ímóti steypadystinum ímóti NSÍ, og so halda vit fram í landskappingini, sum verður liðug í oktober, sigur Atli Gregersen liðformaður hjá Víkingi í samrøðu við Trónd Arge hjá Televarpinum.
Víkingur hevði fyrstu løtuna bóltin, og tað var eftir væl gjøgnumspælt álop í høgru og sending út frá baklinjuni, at Sølvi Vatnhamar setti bóltin í málið.
KÍ verjuspælið var ikki sannførandi. Serliga haltaði tað í vinstru, har víkingarnir løgdu nógv fyri at bróta ígjøgnum.
Sum tíðin leið fótaði KÍ sær. Veteranarnir Páll A. Klettskarð, Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen og Jóannes K. Danielsen gingu undan, og undan steðginum eyndaðist tað at javna. Árnaspørkini, sum tey har norðuri plaga at taka til, riggaðu væl, og tað var við sovornum hornasparki úr høgru, at Árni Frederiksberg setti bóltin í málið. So var 1-1, og víkingarnir vóru illa nøgdir við verjuspælið í hesum førinum.
Eftir steðgin var KÍ leingi omaná, og Bárður á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi vísti fleiri ferðir, hví hann er ein av landsliðsmálverjunum.
Men so tóktist tað sum um, at tað var meiri orka í víkingunum, sum aftur fingu um endan, og tað vóru onkrar spentar støður í KÍ brotsteiginum. KÍ skifti út á miðvøllinum, har Dávid B. Andreasen varð skiftur inn – lítli beiggi hjá liðformanninum sum gongur við brotnum beini – og fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað Dávidi B. Andreasen at skora sigursmálið.
Víkingur misti í uppspælinum í høgru, og innskifti Pætur J. Petersen, sum gjørdi góðan mun, átti innleggið. Bárður á Reynatrøð bjargaði tvær ferðir, og í triðju royndini eydnaðist tað Andreasen manninum at seta bóltin í málið. 2-1 til KÍ, sum vísti góðan hugburð, og sum man hava fingið nýtt mót um, at tað restina av kappingarárinum verður nakað at spæla um.
-Tá ið beiggin er skaddur, so var tað neyðugt hjá mær at taka við, segði Dávid B. Andreasen smílandi við FM1. Tá ið tú ert á beinkinum er neyðugt alla tíðina at vera klárur, og tað kendi eg meg vera í dag, og sigursmálið var framúr at skora, sigur Dávid B. Andreasen við FM1. Hetta var triðja ferðin, at hann var málskjútti í bestu deildini. Tey bæði fyrru málini skoraði hann í 2021 og 2022.
KÍ – Víkingur 2-1 (1-1)
0-1: Sølvi Vatnhamar
1-1: Árni Frederiksberg
2-1: Dávid B. Andreasen
Dómari: Eiler Rasmussen
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yambéré, Børge Petersen, Ahmed Latif – Claes Philip Kronberg, René Shaki Joensen, Dan í Soylu – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsberg – Martin Klein Joensen