Verkætlanin at byggja múrin millum USA og Meksiko eru nú steðgað. Múrurin var ein av stóru ætlanunum hjá fyrrverandi forsetanum í USA, Donald Trump, og var eitt av stóru vallyftunum, tá hann stillaði upp til forseta fyrru ferðina.
Men nú hevur Joe Biden, nývaldi forsetin í USA, steðgað arbeiðinum at byggja 3218 kilometra langa múrin.
Upprunaliga er tað tó George W. Bush, forseti, sum byrjaði arbeiðið at byggja múrin. Undir hansara forsetaembæti vóru 1000 kilometrar av múrinum bygt. Arbeiðið steðgaði ikki fyrrenn nakrar mánaðir inn í forsetaembætistíðina hjá Barack Obama. Donald Trump bygdi 128 kilometrar av nýggjum múri, meðan 643 kilometrar av verandi múrinum vóru settir í stand.
Rullar politikkin hjá Trump aftur
Hetta er ikki fyrstu ferð at Biden rullar politikk hjá Donald Trump aftur. Biden hevur eisini givið boð um, at allar migrantfamiljur, sum vórðu sundurskilaðar við amerikanska landamarkið undir embætinum hjá Trump, skulu sameinast aftur.
Biden hevur eisini sett kanning í verk, at kanna avleiðingarnar av immigratiónspolitikkinum hjá Trump. Frágreiðingar hava fyrr sagt, at børn hjá ólógligum tilflytarum vóru tikin frá familju síni og hildin í búrum og at har hava verið fleiri enn 5000 mál um kynsligan ágang á varðhaldsmiðstøðunum við landamarkið til Meksiko.
Joe Biden hevur eisini sett kanning í verk fyri at fáa greiðu á, hvussu Trump hevur fíggja múrin. Tað er longu greitt, at ein stórur partur av múrin var fíggjaður við, at peningurin varð tikin av fíggjarætlanini hjá amerikanska herinum.