KÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Eftir at hava verið kongabláur í skjótt 4 ár, halda vit fram næstu 2 árini
Nú kappingarárið 2024 er farið at halla nærkast tíðin til fyrireiking av komandi kappingarári. Tann fyrsti sum Kí er komið á mál við er vinstrabeinti framrættaði málrevurin, Árni Frederiksberg.
Flestu fótbóltsáhugaði kennast við Árna og hansara avrik bæði í føroyskum og í evropiskum dystum. Saman við øðrum lyklaleikarum eigur hann heiðurin av framúr góðu gongdini hjá besta mansliðunum síðstu árini. Trý meistaraheiti á rað og úrslit í UEFA-kappingum, sum eru farin víða um í evropiska fótbóltsheiminum.
KÍ fegnast um, at Árni heldur fram og vit ynskja honum góða eydnu komandi árini, skrivar KÍ í kvøld.
Sambært FaroeSoccer hevur 32 ára gamli Árni Frederiksberg spælt 359 dystir í bestu landskappingini, har hann hevur skorað 126 mál.
Síðani 2021 hevur Árni Frederiksberg umboðað KÍ, har hann hevur spælt 142 dystir og hevur skorað 55 mál.