Nú hevur 07 Vestur betri tak á tí

Søguliga hevur HB nógv tey betru hagtølini, tá ið vágaliðið er mótstøðuliðið

Jóannes Hansen
4. oktober 2023 kl. 15:29

Klokkan 18 í kvøld verður fyrsta bríksl í Gundadali, har HB og 07 Vestur fara at kappast um, hvat av hesum báðum feløgunum fer at verða annar parturin í steypafinaluni, sum er ásett at vera leygardagin 4. november.

07 Vestur spælir fyri at vinna seg í fyrstu steypafinaluna nakrantíð.

HB hevur vunnið 28 steypafinalur. Seinast HB vann steypakappingina var í 2020, tá ið HB vann 2-0 ímóti Víkingi.

Hjá 07 Vestur hava lyklaspælararnir Magnus Holm Jacobsen og Uros Stojanov ikki verið við tær seinastu ferðirnar. Uros Stojanov verður við í kvøld, meðan tað er ivasamt, um Magnus Holm Jacobsen verður førur fyri at spæla.

Hjá HB er tað greitt, at Teitur Matras Gestsson ikki fer at verja málið. Hann er skaddur, og Bjarti Vitalis Mørk, sum í fyrradagin fekk landsliðsboð, verður millum stólparnar.

Síðani 2017 hava HB og 07 Vestur dystast 16 ferðir. Hagtølini siga, at HB hevur verið greitt omaná, og at tað seinastu ferðirnar hevur gingið javnari á, enn tað gjørdi tey fyrru árini.

Undan hálvfinaluni í kvøld er støðan 1-1 eftir fyrru hálvfinaluna.

Tveir landskappingardystir hava verið í Sørvági fyrr í ár. Annan vann 07 Vestur 2-1, og hin vann HB 3-1. Triði landskappingardysturin verður sunnudagin 22. oktober, tá ið 26. umfar verður á skrá.

Í fjør vann HB 4-0 í Vágum og 3-0 í Havn, og ein dystur í Gundadali endaði 2-2.

Í 2021 vann HB 5-0 í Vágum og 5-0 og 7-0 í Gundadali.

Í 2020 vann HB 2-1 í steypakappingini í Vágum.

Í 2018 vann HB 4-1 í Vágum og 3-1 og 3-0 í Gundadali.

Í 2017 vann HB 3-0 og 2-0 í Havn og 4-1 í Sørvági.

HB – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 18.00.