Nú hevði sambandsflokkurin verið størstur

Býtið millum samgongu og andstøðu er tað sama, sum tað var fyri einum mánaða síðani

Jóannes Hansen
10. februar 2024 kl. 12:00

Í morgun kunngjørdi portal.fo veljarakanning, sum Spyr.fo mikudagin gjørdi fyri Blaðið Vikuskiftið, og sum er útgreinað í Blaðnum Vikuskiftið.

Kanningin vísir, at støðan millum samgonguna og andstøðuna er tann sama, sum hon var, tá ið Spyr.fo fyri einum mánaða síðani, 5. januar, gjørdi veljarakanning fyri Sosialin.

Kanningin 5. januar og aftur 7. februar vísir, at andstøðuflokkarnir høvdu fingið 19 umboð, um løgtingsval var nú, og samgonguflokkarnir høvdu fingið 14 umboð.

Einasta broytingin síðsta mánaðin er, at nú hevði sambandsflokkurin verið størsti flokkur, um tað var løgtingsval mitt í hesi vikuni. Fyri einum mánaða síðani var fólkaflokkurin størstur við 9 umboðum, og sambandsflokkurin hevði 8 umboð. Nú hevur sambandsflokkurin 9 og fólkaflokkurin 8 umboð.

Broytingin síðsta mánaðin er tann, at undirtøkan hjá fólkaflokkinum er farin frá 25,6 % og til 25,2 %, og undirtøkan hjá sambandsflokkinum er farin úr 23,3 % og til 26,3 %.

Størsta afturgongdin síðsta mánaðin er tann hjá javnaðarflokkinum, sum er farin úr 21,8 % og í 19,3 %.

Grundarlagið undir kanningunum er tað sama: 500 fólk svaraðu kanningini, sum Spyr.fo gjørdi 7. februar í 2024, og óvissan er upp í 3,3 %.    

 

Lutvís undirtøka

 

 

 

 

 

LV 2022

07.jun.23

10.nov.23

05.jan.24

07.feb

A

18,9

23,2

29,5

25,6

25,2

B

20

19,4

24,2

23,3

26,3

C

26,6

24,1

18,2

21,8

19,3

D

2,7

2,3

2,9

2,1

1,9

E

17,7

18,9

14,3

15,8

15,9

F

7,5

6,9

5,2

5,7

5,9

H

6,6

5,4

5,8

5,8

5,4

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Umboðan

 

 

 

 

A

6

8

10

9

8

B

7

7

8

8

9

C

9

8

6

7

7

D

0

0

0

0

0

E

6

6

5

5

5

F

3

2

2

2

2

H

2

2

2

2

2