Nú hava tey fingið nýggjan sáttmála um løn

Lønarhækkingin er tann sama sum hjá øllum øðrum

Áki Bertholdsen
9. september 2024 kl. 16:39

Nú seinnapartin hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið skrivað undir nýggjan sáttmála. Sáttmálin er fyri maskinmeistarar, sum arbeiða í privatari vinnu á landi. Talan er um ein tvey ára sáttmála fyri maskinmeistarar í vinnu á landi.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking, sum tann 1. juni í ár, verður 4,32 prosent og tann 1. juni 2025 hækkar lønin 3,87 prosent afturat.

Karmurin á 8,19% er sostatt á sama støði sum sáttmálin við tey fimm arbeiðarafeløgini.

Sáttmáli og lønartalva verða nú dagførd, og løgd á heimasíðu okkara skjótast gjørligt.