Nú hava tey eitt portur til allar Norðoyggjarnar

Tað skal vera okkurt hjá ferðafólki at at fara til á øllum plássum

Í Norðoyggjum leggja tey dent á at hava okkurt hjá ferðafólki at fara til á øllum plássum. (Myndin er av Viðareiði)
Áki Bertholdsen
15. mai 2024 kl. 22:00

Í Norðoyggjum hava tey brúkt nógva tíð, og nógva orku, upp á at gera tað lættari hjá ferðafólki at kunna seg um tey tilboð sum eru.

Theresa Thuridardóttir Kreutzmann, leiðari á kunningarstovuni í Norðoyggjum, Visitnorðoy, sigur, at tí eru tey nú við at leggja síðstu hond á eina heimasíðu fyri ferðavinnuna í Norðoyggjum.

Alment verður heimasíðan tikin í brúk nú 29. apríl.

– Endamálið við heimasíðuni er, at har skulu øll tilboð, sum eru til ferðafólk í Norðoyggjum, standa á. Tá ið ferðafólk hava funnið sær eitt eitt tilboð, tey vilja uppliva, skulu tey bara klikkja á tilboðið og so kunnu tey bíleggja - og er talan um eitt tilboð, gjaldast skal fyri, kunnu tey eisini gera tað.

– Sostatt skal tað vera eitt felags portur fyri alla ferðvinnuna í Norðoyggjum fyri at gera tað lættari hjá ferðafólkum at finna øll tilboðini á hesi einu heimasíðuni, heldur enn at noyðast at leita runt á fleiri heimasíður, sigur hon.

 

Tilboð á øllum plássum

Theresa Thuridardóttir Kreutzmann sigur, at í Norðoyggjum leggja tey dent á at hava okkurt hjá ferðafólki at fara til á øllum plássum.

Hon sigur, at tá ið tey hugsa um ferðafólk, hugsa tey ikki bara um útlendsk ferðafólk, men eisini um allar føroyingarnar, sum ferðast í egnum landi.

Í hesum sambandi hava tey brúkt nógva tíð upp á at ferðast runt at leita eftir ferðamálum og at skráseta tey pláss, sum tey halda, ferðafólk høvdu dámað væl at vitja.

Samstundis hava tey eisini havt borgarafundir í teimum ymsu bygdunum fyri at hoyra, hvat bygdarfólkið heldur.

 – Vit skulu ikki kroysta nakað niður yvir tey, sum tey ikki vilja hava og tí hevur tað stóran týdning at vita um tey eru við upp á tað, sigur leiðarin á Visitnorðoy.

Hon vísir á, at tilboðini eru nógv og fjølbroytt.

Ferðavinnumálini í Kalsoynni eru longu víðakend, har er bæði Kallurin, gravsteinurin yvir James Bond, kópakonan, umframt ymiskt annað.

Í Mikladali hava tey eisini Café Eðge, har fólk kunni fáa ein bita við fantastiskum útsýni.

Eitt, hon fegnast um, er, at sjálvt á fjarskotnum plássum sum í Fugloy, ber til at fara á matstovu.

Á Kirkju á Fugloynni hevur borgarstjórin, Amalia í Frammistovu, matstovu, har fólk kunnu fara til Hattarvíkar við Strandferðsluni, ganga til Kirkju á matstovuna Kalalon sum hon eitur, at fáa bronsj ella døgverða.

Og í Svínoy hava tey eisini Gamlagarð, har tað ber til hjá næstan 30 fólkum at gista, og har tað ber til at fara útferð við ferðaleiðara - og har er eisini heimablídni.

Á Viðareiði hava tey funnið upp á nakað nýtt, tí har ber til at keypa sær atgongumerki, sum er galdandi til tey ymsu plássini á Viðareiði við ferðaleiðari og so endar túrurin við einum kaffimunni á Hotellinum. Í Kunoy hava tey viðarlundina, har heilt nógv fólk plagdi vera.

Eitt nýtt er, at tey hava skipað fyri fleiri túrum ymsastaðni í Klaksvík og har fólk fáa eina oyratelefon, og so kunnu tey lurta eftir ymsum søgum um tey ymsu støðini.

Men so heldur hon eisini, at vælveruøkið í svimjihøllini í Klaksvík er ein perla, sum nógv kanska ikki hava uppdagað enn.

Har er bæði Sauna, gosbað við vatnmassasju, kaldur pottur og heitur pottur, dampbað, ljósviðgerð, og annað.

Í Klaksvík eru góðir gistingarmøguleikar, tí har er bæði hotell og nógv hús, sum verða leigað út - og í Haraldssundi er eisini heimablídni.