Nú hava allir bankarnir lækkað rentuna

Tann seinasti bankin kom við fráboðanini í morgun

Áki Bertholdsen
16. januar 2025 kl. 11:45

Herfyri varð altjóða rentan aftur lækkað og í kjalarvørrinum á tí hava føroysku bankarnir eisini lækkað rentuna.

Áður hava Suðuroyar Sparikassi, Føroya Banki og Betri Banki boðað frá, at tey lækka rentuna, og í morgun boðar fjórði bankin í landinum, Norðoya Sparikassi, eisini frá, at tey lækka rentuna.

Rentan lækkar tann sama, sum hjá hinum peningastovnunum, og sostatt lækkar innlánrentan upp til 0,25 prosentstig og útlánsrentan lækkar upp til 0,15 prosentstig. Hetta er galdandi fyri bæði privatar kundar og fyri vinnuvirki

Broytingarnar koma í gildi 18 februar og tað er um somu tíð sum hjá hinum trimum bankunum