Nú hava allir bankarnir lækka rentuna

Allir bankarnir hava akkurát somu rentulækkingar

Áki Bertholdsen
29. oktober 2024 kl. 17:40

Tann 17. oktobur ækkaði Tjóðbankin rentuna 0,25 prosentstig, og síðani hava allir føroysku bankarnir eisini lækka rentuna.

Føroya Banki og Betri Banki boðaðu frá rentulækkin hendan dagin og í dag hava eisini Suðuroyar Sparikassi og Norðoya Sparikassin boðað frá, at teir lækka rentuna. 

Allir teir føroyku bankarnir hava gjørt av at lækka rentuna akkurát sama prosentstig. Sostatt hækka bæði innlánsrenturnar og útlánsrenturnar hjá øllum bankunum í Føroyum upp í 0,20 prosentstig.

Hjá Betri Banka koma lækkingarnar í gildið 22. novembur, hjá Føroya Banka koma tær í gildið 9. desembur og hjá teimum báðum smáu sparikassunum, koma rentulækkingarnar í gildið 10. desembur.