Nú hava 21 úrmælingar og ítróttarlið fingið stuðul

Tilsamans fingu tey 1,630 milliónir krónur í stuðuli og tey eru her

Áki Bertholdsen
23. januar 2024 kl. 15:50

Nevndin í Úrvali hevur játtað 21 umsóknum stuðul í ár, og tað eru umstóknir innan tíggju ítróttagreinar.

 Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 21 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og lið.

Tilsamans er talan um stuðul til 16 einstaklingar og fimm lið. Hetta eru íðkarar og lið frá taekwondo, fimleiki, badminton, bogaskjóting, flogbólti, frælsum ítrótti, styrki, súkkling, svimjing og hondbólti.

Fimm ungir íðkarar og ungdómslið fáa stuðul og talan er um flogbóltur U16/17 gentir og dreingir, fimleikarin, Ronja Johannesen, hondbóltur U06 menn, badmintonspælarin, Ranja Joensen og ungir úrvalssimjarar.

Nevndin í Úrvali staðfestir at sum heild er føroyskur ítróttur í stórari menning.

Árið í fjør hevur verið hendingarríkt. Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi, sigur nevndin í úrvali

– Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.

Annars fingu tey 37 umsóknir komu um stuðul í stuðul í ár, og tilsamans varð søkt um 6,2 milliónir krónur, so 16 umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Her erui tær 21 umsóknirnar, sum vórðu gingnar á møti á hesum sinni