Nú hækkar Norðoya Sparikassi eisini rentuna

Eisini hjá teimum hækkar innlánsrentan meiri enn enn útlánsrentan

Áki Bertholdsen
31. oktober 2023 kl. 11:15

Rentan í londunum rundan um okkum, er hækkað enn einferð, og níu hava bæði Betri Banki, og Suðuroyar Sparikassi, boða frá rentuhækkingum.

Og nú ger eisini Norðoya Sparikassi frá, at rentan hækkar - og sum hjá hinum peningastovnunum, hækkar innlánsrentan meiri enn útlánsrentan

Innlánsrenturnar hækka upp til 0,50 prosentstig og útlánsrenturnar hækka upp til 0,25 prosentstig og tað er alt galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar.

Broytingarnar koma í gildi tann 5. desembur. Í Norðoya Sparikassa siga tey, sum tey eisini siga í hinum peningastovnunum, at orsøkin til hækkingina, er, miðbankin í Evropa og Danski Tjóðbankin, enn einaferð, hava hækka rentuna 0,25 prosentstig.