Fyri sløkum tveimum tímum kundu íslendingar boða frá, at himmalin stutt norðan fyri Grindavík var eldreyður, tí Fagradalsfjall var farið at goysa.
Íslendska útvarpsstøðin, Rás 2 hjá RUV, hevur í tíðindasending fyri lítlari løtu síðan tosað við veðurstovuna, sum eisini hevur eftirlit við jarðfrøði og eldgosum, og í tí sendingini vildi umboðið hjá veðurstovuni ikki fyrihalda seg til, um talan var um eitt stórt ella lítið eldgos.
Tað hevur ein annar jarðfrøðingur tó gjørt.
Magnús Tumi Guðmundsson, professari í jarðfrøði, hevur í samrøðu við tíðindastovu sagt, at talan ivaleyst ikki er um stórt og umfatandi eldgos.
Myndugleikarnir hava sent tyrlu og flogfar í luftina fyri at kanna, hvussu umfatandi eldgosið er.
Sum skilst hava myndugleikarnir heitt á fólk um at halda seg heima og taka tað róligt, men tey boðini eru ikki ordiliga komin í gjøgnum, tí sambært tíðindunum úr Reykjavík er meira ella minni talan um “trafikkpropp” á vegnum, sum eitur Reykjanesbraut, av forvitnum fólki, sum vil síggja myndir.
Tað hevur verið nógv virksemi í undirgrundini seinastu tíðina, og frá tíð til aðra hava myndugleikarnir tosa um eldgos sum standa fyri framman. Bara í gjár vóru umleið 1.400 jarðskjálvtar, og tí kemur tað ikki óvart á, at hol kom á nú.
Kortini er tað eitt sindur serligt, tí tað er rættiliga langt síðan, at nakað eldgos hevur verið júst í hesum økinum.