Nú fóru tey upp um eina milliard í skatti í Havn

Næsta ár skulu havnarfólk rinda sama skatt, sum tey gera í ár

Arbeiðið upp á nýggju stórhøllina gongur væl - nú sær hon soleiðis út
Áki Bertholdsen
29. september 2023 kl. 14:00

Inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu, veksa alsamt. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur lagt fíggjarætlanini fyri næsta ár fyri býráðið. Nú skal hon so viðgerast, áðrenn hon verður endaliga samtykt. 

Men borgarstjórin sigur, at næsta ár verður skattur og barnafrádráttur tað sama sum í ár. Sostatt verður skattaprosentið framhaldandi 19 prosent og barnafrádrátturin verður 9.000 krónur, sum er ein tann hægsti í landinum.

Tað er bara í Fugloy at hann er hægri, tí har er barnafrádrátturin 10.000 krónur og tað er tann hægsti í landinum, tó at útreiðslurnar eru avmarkaðar, tí har eru ikki nógv børn undir 18 ár. Í Skálavík er barnafrádr´tturin eisini 9.000 krónur.    

Størsta inntøkukeldan er kommunuskatturin og mett verður, at tær inntøkurnar fara at verða 52 milliónir hægri næsta ár enn tær eru á fíggjarlógini fyri í ár.

Sostatt fer inntøkan av kommunuskatti, fyri fyrstu ferð, upp um milliardina, tí næsta ár verður hon eina milliard og tríggjar milliónir.

Men kommunan hevur eisini inntøkur av partafelagsskatti og mett verður, at næsta ár fara inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu tilsamans at veksa 69,7 miljónir, ella 5,6 prosent, so at tær verða 1,3 millardir afturímóti í ár tá ið inntøkurnar vera 1,24 milliard

Nú búgva 23.315 fólk í kommununi, svarandi til 43 prosent av øllum føroyingum.

Næsta ár fer tað at kosta 1,049 milliard at reka Tórshavnar Kommunu og tað eru 6,2 prosent meiri enn í ár.

Kommunan skyldar 375 miljónir og størri parturin av hesum – tilsamans 218 miljónir – eru knýttar at Tórshavnar havn.

Av íløgum kunnu nevnast: Nýtt røktarheim við røktaríbúðum, Dagstovnurin Hans Andrias, fimleikarhøll og borgarahús í Kaldbak, langhylurin, stórhøllin, Havnará sum partur av miðbýarætlanini, náttúruøkið í Dalinum Langa og innkomuvegurin.

Næsta ár, og í 2024-25 skulu hesar íløgur gerast afturat.: Útbygging av Dagstovninum á Hamrinum, framhaldsdeild í Sankta Frans og stóra útstykkingin omanfyri Argjahamar.