Nú fer tað at verða dýrari hjá nógvum sum hava bil

Spurningurin er, hvussu nógv elbilar skulu gjalda, og hvussu nógv bensin og dieselbilar skulu rinda

her er ikki samanhangur í, so okkurt skal gerast, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Áki Bertholdsen
19. februar 2025 kl. 11:50

Nú fer tað at verða dýrari at hava bil. Tað ger Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greitt.

Í hesum sambandi er tað eisini greitt, at tað fer í hvussu so er at verða dýrari hjá teimum, sum hava elbil. Men spurningurin er um tað eisini fer at vera dýrari hjá teimum, sum hava bensin- og dieselbil.

Á listanum yvir uppskot, Landsstýrið ætlar at leggja fyri Løgtingið nú í vár, er eitt uppskot um at el-bilar skulu rinda sama vegskatt sum vanligir bilar.

Í Løgtinginum í morgun vildi Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, hava at vita, hvussu tað gongur við tí.

Sum støðan er nú, rinda elbilar munandi minni í vegskatti enn bensin- og dieselbilar. Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Miðflokkinum, tí teir duga ikki at síggja nakra meining við tí.

Elbilar eru nevniliga nógv tyngri enn aðrir bilar og sostatt slíta teir vegirnar nógv verri enn aðrir bilar.

Í dag er støðan at elbilar rinda bara 1.500 krónur í vegskatti um árið, meðan aðrir bilar rinda eina munandi størri upphædd enn hetta, sigur Steffan Klein Poulsen.

Ruth Vang sigur, at í Landsstýrinum eru tey samd um at uppskot skal ikki leggjast fram enn, tí talan er ikki bara um eitt fíggjarmál, men eisini um eitt umhvørvismál.

Tí eru hon, saman við landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Margit Stórá, og Akstovuni, farin undir at gera eina nýggja skipan fyri, hvussu vegskatturin skal roknast.

Í hesum sambandi verður hugsað bæði um vektina á bilinum og um, hvussu stórt útlát hann hevur. Í hesum sambandi ásannar hon at elbilar slíta vegirnar nógv verri enn bensin- og dieselbilar, tí teir eru tyngri.

Akstovan hevur roknað seg fram til, at frá 2017 til 2025 er miðalvektin á persónbilum hækkað sjey prosent og talið á persónbilum er hækkað 20 prosent.

Alsamt fleiri elbilar verða seldir, og tí er úrslitið, at samstundis sum at vit fáa fleiri bilar, sum slíta vegirnar illa, minka inntøkurnar hjá landskassanum av vegskatti, tí elbilar rinda so lítið.

– Her er ikki samanhangur í og tí er tað neyðugt at gera nakað við tað, sigur Ruth Vang.

Sostatt fer tað at vera dýrari at hava elbil. Men Ruth Vang sigur, at enn er ikki greitt um tað eisini fer at vera dýrari at hava bensin- og dieselbil, sum dálka umhvørið meir.