Jákup Petur Eliassen hevur fyrr hevur framt fleiri ítróttarbrøgd. Eisini hevur hann havt Ken Bærentsen úr Fuglafirði við sum fylgissvein, og líkt er til, at Ken Bærentsen eisini verður við mánamorgunin, tá byrjað verður at súkkla til allar bygdirnar í Føroyum, har vegur er til.
Ætlanin er at náa til 108 bygdir upp á 48 tímar, sum er ein teinur upp á umleið 600 kilometrar.
Sjálvur skrivar Jákup Petur soleiðis á sínum Facebook-vanga:
Aftaná at hava ráðført meg við Hanus P. N. Kjølbro veðurmann, er avgerðin tikin um at Ken og eg byrja at súkkla mánamorgunin 27 juni klokkan 09 úr Sumba.
Tá bíða 108 bygdir. Fyri at koma til tær, skulu súkklast einir 611 kilmetrar, og 13.000 hæddarmetrar teir komandi 48 tímarnar. Eg havi vanliga eina gjøgnumsnitt kadansu á 75, tvs eg koyri pedalarnar runt 75 ferðir um minuttin. Um tað blívur 40 tímar í súkkling, merkir tað at eg skal koyra pedalarnar 180.000 ferðir runt fyri at koma til allar bygdirnar.
Hetta verður tað harðasta eg havi roynt, og skal eg koma í gjøgnum, má eg hava hjálp. Alt møguligt slag av hjálp. Eg vóni, at onkur vil koma at súkkla við, kanska taka vindin eina løtu, og annars er tað eisini gull vert bara at koma við og halda okkum við selskab. Tað er nógv stuttligari at súkkla fleiri.
Onkur hevur spurt um ferð. Hetta er ikki kappsúkkling, ferðin má verða forholdsvís lág, tí teinurin er so langur. Onkur heldur kanska at tað er óinteresant at súkkla so spakuliga(Miðalferðin verður nokk undir 20 km/t, tí her eru sera nógvir hæddarmetrar), og kanska onkur annar heldur at tað gongur ov skjótt – men har komi eg at royna at halda ”mína ferð”, so tað vóni eg fólk hava forstáilsi fyri.
Tað er deiligt um tit tíma at fylgja við hvussu gongur. Eg vóni at at leggja stutt videoklipp, myndir og uppdateringar á facebook. Um battaríi hjá mær ella mínari telefon er heldur lágt, so kanska onkur sum er við mær hjálpir við tí partinum eisini. Tað er eisini stuttligt um onkur vinkar, heppar, fløjtar, osfr.
Tað eru nógvar detaljur at fáa uppá pláss, eisini nógv praktiskt. Atlantic hjálpir við tyrlu til Fugloyar, og til Trøllanes. Bátur sigla meg frá Sandvík til Dals, frá Skopun til Gomlurætt, og frá Syðradali á Kallsoynni til Kunoyar.
Restina má eg klára á súkkluni.
Ein sera góð hjálp er eisini um tit vilja stuðla Eydnudeildini. Tað eitt fantastisk arbeiði tey gera! Vælkomin at flyta á kontu: 9865-3135467.
Ein vegleiðandi tíðarætlan er her fyri fyrsta partin – Hon er óviss, so fylg við á Facebook, har eg hugsi at royna at leggja út við jøvnum millumbilum, so til ber at fylgja eitt sindur við hvar eg eri. Seinni partur kemur seinni:
Súkkla til allar bygdir í Føroyum sum vegur er til. (Tvs, eg skal ikki til Nólsoy, Svínoy, Hestur, Mykines og Stóra Dímun)
Mánamorgunin 27 juni verður byrja kl 9 í Sumba.
Suðuroy: Uml 76 km, og 1968 hæddarmetrar - ca 4 tímar súkkling við pausum
Kl 13-14.00 - Sigla frá Sandvík til Dals : 40-60 min
kl 14.30 Sandoy 39 km og 713 hæddarmetrar - ca 2 tímar súkkling við pausum
kl 16.30 Sigla frá Skopun til Gomlurætt: 20-30 min
Í fyrsta lagið kl 17.00 Gamlarætt til Gásadal 125 km og 3061 hæddarmetrar. Ca 7 tímar súkkling við pausum
Vónandi liðugt uml kl 24.
Fyrsti partur er í alt ca 241 km og 5.742 hæddarmetrar
Seinni partur er í alt ca 371 km og 7.311 hæddarmetrar