Hetta er ein av teimum hátíðarligu løtunum á ólavsøku. her er tað Bernharður Wilkinson, sum stjórnar kórinum
Nú fara tey at venja til ólavsøkuna
Fyrsta venjingin er næsta mánadag
Áki Bertholdsen
8. juli 2024 kl. 09:38
Sum vant bjóðar Kórsamband Føroya aftur í ár øllum kórsangarum at syngja ólavsøkukórinum, sum skal syngja á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag, ímillum ólavsøkugudstænastuna, og tá ið Løgtingið verður sett.
Og nú verður farið undir venjingarnar. Vant verður í læraraskúlahøllini, og fyrsta venjing verður næsta mánakvøld.
Ætlanin er at venja fýra ferðir og kórleiðari í ár er Leif Hansen. Leif stjórnaði Ólavsøkukórinum í 2011 og 2012 og annars er hann eisini kórleiðari hjá Havnarkórinum og hjá Nólsoyar sangkóri.
Og sum vanligt fara tey at syngja bæði gamlar sangir, sum vit kenna, men tey fara eisini at syngja nýggjar sangir.