Nú fara KÍ spælararnir at spenna frá í fimm vikur

Hóast tað endaði við 3-0 tapi í kvøld í Lille í Fraklandi, so heldur KÍ venjarin, at talan var um flott avrik og ivasom brotsspørk

KÍ í Lille hóskvøldið 14. desember 2023. Aftanfyri frá vinstru: Nils Jonatan Johansson, Odmar Færø, Vegard Forren, Heini Vatnsdal, Sivert Gussiås, Jákup B. Andreasen. Frammanfyri frá vinstru: Claes Philip Kronberg, René Shaki Joensen, Patrick da Silva, Jóannes K. Danielsen og Árni Frederiksberg Mynd: KÍ
Jóannes Hansen
14. desember 2023 kl. 23:44

Í kvøld varð punktum sett fyri europeisku luttøkuna hjá KÍ á hesum sinni. Úrslitið í Lille í Fraklandi var 3-0 tap. Øll málini vórðu skorað við brotsspørkum, og í sambandi við tvey tey síðstu brotsspørkini, sum vórðu skorað síðstu løtuna, sóu bæði Jóannes K. Danielsen og Jákup B. Andreasen gula kortið fyri aðru ferð. Harvið vóru tað síðstu lítlu løtuna níggju KÍ spælarar á vøllinum.

Hóast størsta tapið í Europa í ár so sigur KÍ venjarin Magne Hoseth, at hann er nøgdur við avrikið og ásannar, at tað ivaleyst hevði avgerandi týdning, at KÍ ikki hevur verið í kappingardysti í meiri enn ein mánað.

-Í báðum brotsteigunum vóru tað støður, sum høvdu tørnað øðrvísi út, um tað var í juli ella august og ikki um miðjan desember, at vit spældu, sigur KÍ venjarin í samrøðu við Jógvan Skorheim á nordlysid.fo.

Venjarin harmast um, at tað vóru trý brotsspørk, sum Lille umsetti til mál.

-Soleiðis er tað í altjóða fótbólti. Satt at siga ivist eg í, um nøkur av hasum trimum støðunum var brotsspark, men tað fáa vit einki gjørt við, sigur KÍ venjarin, sum sigur seg ivast í, um dómarin hevði bríkslað, um talan var um sovornar støður í hinum endanum.

KÍ venjarin heldur, at Europa luttøkan ber nógvar royndir við sær, sum fara at kennast sum gott viðføri at hava við sær í nýggja kappingarárið.

-Nú fara spælararnir at halda frí í fimm vikur. Tað hava teir søtliga uppiborið eftir langa og spennandi kappingarárið. So fara vit at herja á aftur. Hvussu tað fer at ganga, vita vit einki um. Í Europa hevur talan verið um leikliga støðuga framgongd. Á heimavølli ímóti Slovan Bratislava avrikaðu vit betur enn í øðrum dystum, og aftur í kvøld var avrikið gott. Vit vóna, at tað aftur fer at eydnast at vinna okkum í europeiskt bólkaspæl, men hagtalsliga eigur tað ikki at vera møguleiki fyri, at eitt so lítið felag, sum KÍ er, megnar at vinna seg í bólkaspæl í fleiri ár á rað. Men vit gleða okkum, og vit fara at fyrireika okkum væl, sigur KÍ venjarin í samrøðu við Jógvan Skorheim á nordlysid.fo.

 

Lille – KÍ 3-0 (1-0)

1-0: Yusuf Yazici br 29.

2-0: Angel Gomes br 87.

3-0: Edon Zhegrova br 96.

Dómarakvartett úr Portugal: António Nobre, Paulo Brás, Pedro Martins og Helder Filipe (4. dómari)

KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Deni Pavlovic, 59.), Heini Vatnsdal (Børge Petersen, 59.), Vegard Forren, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg (Ahmed Latif, 72.) – Sivert Gussiås (Páll A. Klettskarð, 80.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hannis Matras, Símun Kalsø, Dávid B. Andreasen, Silas Gaard, Jákup N. Vilhelmsen, Jóhan Josephsen

Gult kort: Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Jóannes K. Danielsen, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen

Reytt kort: Jóannes K. Danielsen 85. (2 gul kort) og Jákup B. Andreasen 94. (2 gul kort)

Venjari: Magne Hoseth