Fleiri broytingar eru seinastu árini gjørdar í bussleiðini. Í 2008 gjørdist tað ókeypis at nýta buss, í 2011 øktist túratalið, í 2019 øktist túratalið uppaftur meira og bussarnir fóru aftur at koyra bæði leygardag og sunnudag í Havn. Í fjør komu tveir elbussar uppí busshópin.
Men skal bussleiðin veruliga gerast eitt val í mun til bilin, so má bussleiðin koyra fleiri túrar longur út á dagin, serliga um kvøldið og í vikuskiftinum. Skotið varð herfyri upp, at Bussleiðin fær 2 mió. kr. eyka at koyra fyri restina av 2024.
Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommuna.
Umsitingin hjá kommununi hevur kannað, hvar hesin peningurin kemur at gagna flest brúkarum, og hevur dagført ferðaætlanina eftir hesum. Málið er samtykt í býráðnum og koyringin byrjaði nú í morgun.
Dagførda ferðaætlanin liggur á torshavn.fo.
- Næstu vikurnar verða allar talvurnar settar upp í býnum, skrivar Tórshavnar kommuna.