Nú fær ungdómurin aftur eina rødd

Seinasta árið hevur verið arbeitt við at seta á stovn ein miðil til ungdóm í Føroyum. Í dag kunngerð Kringvarpið, at nýggjur ungdómsmiðil er farin í luftina, sum hevur fingið heitið Biit

Sigurjón Einarsson
15. januar 2021 kl. 15:30

Biit er eitt felags forum fyri føroyskan ungdóm, har til ber at finna originalt og gott tilfar um eitt ættarlið, sum annars ikki er til staðar í miðlamyndini. Eitt stað, har ung kunnu síggjast, hoyrast og skapa tilfar. Eitt stað, sum skapar pláss og møguleikar.   

Biit verður rikið av 15 spyrjandi ungdómum, sum koma úr øllum Føroyum. Tey eru millum 15 og 25 ár. Tað eru eisini hesi ungu, sum framleiða alt tað tilfar, sum er at finna á Biit. Talan er um poddvarpar, video og greinar. Tilfarið skal upplýsa, undirhalda og eggja til kjak. Einki evni er ov lítið og einki ov stórt.   

- Vit eru sera fegin um og ikki minst errin av nýggja ungdómsmiðlinum. Hesi ungu hava arbeitt leingi og hart, og hetta er teirra miðil. Tað er við stórum spenningi, at vit nú kunnu loyva ungdóminum framat og geva teimum ungu eitt pláss í føroysku miðlamyndini. Kappingin um miðlabrúkaran er gróthørð, tí stóru altjóða stroymingartænasturnar varpa so nógv tilfar inn á føroyska økið. Tí er alneyðugt við einum føroyskum public service-tilboði, sum eggjar teimum ungu at kjakast um viðurskifti úr teirra gerandisdegi, sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya.   

- Tey ungu mugu sleppa at liva í síni samtíð og framleiða miðlatilfar, sum tey kenna seg aftur í og halda vera áhugavert. Sum stovnur miða vit eftir at framleiða dygdargott miðlatilfar til ung, sum fevnir um alt frá tí absurda til tað seriøsa. Tað hevur samfelagsligan týdning fyri bæði mál og mentan, at ung framleiða miðlatilfar til ung á føroyskum, og at ung verða tikin í álvara, sigur Kári Sólstein, leiðari á Mentan.  

Biit.fo er í fyrstu atløgu sniðgjørd einans til at verða vitjað á fartelefonini. Harumframt er Biit sjálvandi eisini at finna á sosialu miðlunum.