Nýggja appin hjá ChatGPT er ein skjótari máti at brúka kjatt-bottin, enn at fara umvegis kagaran. Tú kanst opna eitt kjatt við at trýsta á knapparnar option+millumrúm, og biðja um hjálp til eitt hvørt sum tú hevur frammi á skerminum.
Ein av funkunum í nýggju appini er møguleikin at brúka kjatt-bottin til at hjálpa tær við tí uppgávu, sum tú hevur á skerminum. Um tú arbeiðir í einum tekstviðgerðarforriti, kanst tú fáa hjálp til at skriva, rætta stavseting, ella fáa hugskot til innihald. Ella um tú arbeiðir í eini talvu, kanst tú fáa hjálp við at rokna ella skipa tíni data.
Tað var á WWDC tiltakinum hjá Apple fyrr í mánaðinum, at tað varð kunngjørt at OpenAI og Apple fóru at skapa tættari samlagingar millum teirra tøkni á iPhone, iPad og Mac.