Tað eru ikki nógv føroysk ítróttarfólk, sum hava gjørt so nógv vart við seg uttanlands sum Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Hann spælir á ovasta, altjóða stigi og hann er valdur til heimsins besta unga spælara. Og nú fær hann eisini eina gøtu í Hoyvík uppkallaða eftir sær.
Í løtuni eru tey í ferð við at byggja stórhøllina við Stórutjørn og hon verður miðdepil fyri alskyns ítrótti, ráðstevnum, konsertum, og annað.
Men høllin er nakað langt burtur frá bygdum øki og tí fer býráðið at gera eina gøtu frá Klingruni og niðan gjøgnum vátlendi, framvið Stórutjørn, heilt niðan til Stórhøllina.
Býráðið vónar, at fólk fara at brúka gøtuna at njóta náttúruna niðan til Stórhøllina at íðka ítrótt, ella at hyggja at dysti.
Og nú ið hondbólturin, og hondbóltshetjurnar á føroyska manslandsliðnum hava fylt so nógv í hugaheiminum hjá flestu føroyingum eftir flotta úrslitið í Týsklandi í januar, vil býráðið brúka høvið til at heiðra hondbóltinum, og serstakliga Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Elias Ellefsen á Skipagøtu, og føroyska manslandsliðið í Hondbólti, eru ein stór fyrimynd fyri hondbóltsvirksemið í Hoyvík og í Føroyum sum heild, sigur býráðið.
– Saman við Hondbóltssambandinum, familjuni og liðfeløgunum, hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu, av álvara sett hondbóltin í Føroyum á breddan, og tað vil Tórshavnar Býráð staðfesta og tí vilja tey heiðra hansara persónligu merkisverdu avrik við at navngeva lendisgøtuna millum Klingruna og Stórhøllina við navninum »Skipagøta«.
– Tað er ikki vanligt, at geva lendisgøtum navn, men kortini eru tað fleiri lendisgøtur, sum hava fingið navn á mannamunni út frá staðarnøvnum, ella út frá tí virksemið, gøtan er ætlað til.
Býráðið hevur eisini fingið at váttan fyri, at Skipagøta er ikki brúkt aðrastaðni í landinum.