Í dag hoyrdu vit, at Gazprom vóru givnir við at útvega Niðurlondum gass. Í morgin eigur Danmark tørn.
Hetta hendir, eftir at størsta danska orkufelagið, Ørsted, hevur noktað at gjalda fyri gassið við russiskum rublum.
– Vit standa fast við okkara avgerð og nokta at gjalda við rublum, og vit hava fyrireika okkum, men vit vænta, at vit framhaldandi kunnu útvega kundum okkara gass. Hendan støðan undirstrikar, at vit í ES skulu ikki vera bundin av russiskum gassi og heldur arbeiða fram ímóti at framskunda víðkanini av varandi orku, sigur stjórin í Ørsted, Mads Nipper, sambært einum tíðindaskrivi.
– Tað er ikki beinleiðis gassrør millum Danmark og Russland, og tí kann Russland ikki beinleiðis skrúva fyri gassinum, skrivar Ørsted.
Tað fer tí enn at verða møguligt at keypa gass í Danmark, men nú skal gassið keypast frá evropeiska marknaðinum.
Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina, hava atfinningarsamar røddir funnist at danska orkufelagnum, tí felagið valdi at halda fram við at handla við Gazprom.
Men tá kravið kom, at gjaldast skuldi við rublum fyri gassið, so vildi Ørsted ikki ganga við til hetta, men helt fast við at gjalda í evrum.