Nú fær Adrian møguleikan

Eyðun Klakstein hevur sett Teit Matras Gestsson at verja málið, Adrian Justinussen á framrættað pláss í borðinum og Páll A. Klettskarð í álopið

Jóannes Hansen
9 tímar síðan

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Jerevan í Armenia. Eyðun Klakstein hevur ábyrgdina av landsliðnum í fótbólti í fyrsta dystinum, eftir at Håkan Ericson varð sagdur úr starvi.

Og Eyðun Klakstein hevur av álvara sett sín dám á liðið.

Venjarin hevur sett Teit Matras Gestsson at vera málið, og Páll A. Klettskarð er fremsti maður í álopinum.

Merkisvert er tað, at Adrian Justinussen er ytstur í vinstru á miðvøllinum. Hóast Adrian hevur staðið seg væl í næstbestu donsku deildini, so hevur hann ikki av álvara fingið møguleikan á landsliðnum.

Í kvøld er Adrian Justinussen millum teir fyrstu ellivu. Hann og Jóannes Bjartalíð manna framrættaðu plássini á miðvøllinum. Tað ber við sær, at Sølvi Vatnhamar er á beinkinum, har Hallur Hansson og Hanus Sørensen eisini eru, meðan René Shaki Joensen og Brandur H. Olsen eru sentralir miðvallarar.

Armenia – Føroyar kl. 17.00

Nations League

Dómarakvartett úr Grikkalandi: Tasos Sidiropoulos, Polychronis Kostaras, Lazaros Dimitriadis og

Ioannis Papadopoulos (4. dómari)

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð (Sølvi Vatnhamar, 76.), Brandur H. Olsen (Noah Mnenéy, 75.), René Shaki Joensen (Hanus Sørensen, 62.), Adrian Justinussen (Petur Knudsen, 68.) – Páll A. Klettskarð (Meinhard E. Olsen, 68.)

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Mattias H. Lamhauge, Arnbjørn Svensson, Jann J. Benjaminsen, Ási Dam, Noah Mneney, Hanus Sørensen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsberg, Meinhard Egilsson Olsen og Petur Knudsen.

Undan dystinum í dag er Norðurmakedónia fremst í bólkinum við tíggju stigum, nummar tvey og trý eru Armenia og Lettland, sum hava fýra stig í part, meðan Føroyar eru á fjórða plássi í bólki C4 í UEFA Nations League við trimum stigum.

Tá Føroyar og Armenia møttust á Tórsvølli fyri einum mánað síðani, varð úrslitið 2-2. Málskjúttarnir hjá Føroyum vóru Jann Benjaminsen og Jóannes Bjartalíð.