– Vit kunnu ikki halda fram sum vit gera nú, har vit brúka og tveita burtur. Tað heldur Ingilín Didriksen, Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
– Metingar vísa, at halda vit fram at nýta náttúrutilfeingi, sum vit gera í dag, mugu vit hava tríggjar jarðarklótur um bara 25 ár, sigur hon.
Landsstýriskvinnan sigur, at fyri at avmarka nýtsluna av náttúrutilfeinginum, og fyri at minka um dálkingina og útlátið, skulu vit brúka tilfeingið so nógvar ferðir, ið til ber, heldur enn at tyrva ella brenna tað.
Tí verður ein nýggj kunngerð nú sett í gildi um, hvussu vit skulu handfara burturkast. Og grundreglan verður, at í fyrsta lagi skal alt brúkast aftur, sum kann brúkast aftur.
Í øðrum lagi skal alt endurvinnast, sum kann endurvinnast Tað merkir, at luturin skal brúkast til okkurt annað við at broyta hann.
Í triðja lagi skal luturin endurvinnast til orku, so at vit fáa orku burtur úr honum. Og ikki fyrr enn í fjórða lagi skal luturin beinast burtur, tað vil siga at hann skal brennast, uttan at vit fáa orku burtur úr honum. Kann hann ikki brennast, kann hann tyrvast, ella kanska brúkast til ífyllu í ein veg.
Ingilín Didriksen Strøm sigur, at ein høvuðstáttur í nýggju kunngerðini er, at land og kommunur skulu fara saman um at gera eina landsætlan fyri burturkast. Síðani skulu kommunurnar gera eina kommunala ætlan fyri burturkast.
Í kunngerðini um burturkast verður ásett, hvussu kommunur skulu skipa arbeiðið at taka ímóti burturkasti og at samla burturkast inn.
Somuleiðis skulu kommunurnar gera reglur fyri, hvussu fólk, og vinnuvirki, skulu handfara burturkast. Í hesum sambandi skulu umstøður verða á ruskplássunum í kommunum til at taka ímóti burturkasti og til at goyma teir ymsu bólkarnar av burturkasti.
Tað merkir, at lutir og tilfar, sum kunnu endurnýtast, ella endurvinnast, skulu ikki fara fyri skeyti.
Landsætlanin fyri burturkast verður væntandi almannakunngjørd um eitt hálvt ár, ella 1. januar. Væntandi kemur kunngerðin annars í gildi 1. januar 2026, so at kommunurnar fáa umstøður at gera kommunalar ætlanir fyri burturkast.
Tað, sum krevur størri íløgur, kemur væntandi í gildi 1. januar 2030. Her verður hugsað um krøvini í sambandi við kommunalu móttøkuplássini, tí helst verður tað neyðugt hjá summum kommunum at gera nýggj móttøkupláss fyri at lúka krøvini.