Nú fáa vit eitt alment príseftirlit

Nógvir prísir eru farnir til himmals og nú fær Kappingareftirlitið heimild til at kanna, um ein vøra er ov dýr, ella um seljarin tekur ov stóran vinning

Áki Bertholdsen
16. november 2023 kl. 22:45

Nú fara vit at fáa eitt alment príseftirlit, sum skal tryggja tað ikki verður dýrari at liva enn neyðugt.

Tað er endamáli við einum uppskoti, Høgni Hoydal, landsstýrksmaður í vinnumálum, skjótt fer at leggja fyri Løgtingið.

Hesa seinastu tíðina eru nógvir prísir farnir heilt til himmals. Og tað eru ikki so fá, sum skylda handilsfólk undir at misbrúka ótryggu støðuna til at smyrja tjúkt upp á.

Ikki minst hava bilasølur staðið fyri skotum í sambandi við at tey, sum keypa el-bil og hitapumpu, fáa mvg aftur.

Og spurnartekin er fleiri ferðir sett við um tað nú í roynd og veru er brúkarin, sum fær ágóðan, ella um seljarin ger sær dælt av støðuni og tekur sær ein serliga stóran vinnin.

Og tað er eisini ein illgruni, sum er reistir á Løgtingsis røðarapalli.

Men nú verður so uppskot lagt fyri Løgtingið um at fáa eitt príseftirlit. Tað verður skipað soleiðis, at Kappingareftirlitið skal fáa víðari heimildir at kanna prísir, enn tað hevur nú.

Sostatt skal Kappingareftirlitið nú kunna fara undir at kanna ein marknað, tá ið ábendingar eru um, at framferð ella viðurskifti á einum marknaði, antin forða fyri kapping, avlaga kapping, ella hava aðra skaðiliga ávirkan á kappingina.

Hetta kann til dømis vera høgir prísir, høgur vinningur, stór miðsavning, harðar treytir fyri at koma inn á ein marknað, og annað.

Tað  má ásannast, at í einum lítlum marknaðarbúskapi sum tí føroyska eru avbjóðingar við at skapa virkna kapping, sum tryggjar røttu prísirnar fyri brúkaran, sigur Høgni Hoydal. 

Men Kappingareftirlitið skal kortini ikki kunna fara undir slíkar kanningar uttan so at ábendingar eru um, at prísirnir ikki eru teir røttu.

Príseftirlitið skal setast í gildið longu 1. januar og í tí sambandi fær Kappingareftirlitið játtan á fíggjarlógini til at seta eitt fólk afturat í starv til endamálið.

Í hesum sambandi hava politikarar eisini ført fram, at umframt at tryggja, at prísir ikki eru ov høgir, kann eitt slíkt eftirlit eisini reinsa handilsfólk, sum eru undir illgruna fyri at smyrja tjúkt upp á, tí tey kunnu saktans hava sakligar orsøkir til at selja fyri ein ávísarn prís, hóast hann kann verða høgur