Nú fáa vit eina smiley-skipan til handlar og matstovur

Tað fer at gera tað ógv lættari hjá fólki at velja matstovur og handlar, har reinførið, og onnur viðurskifti, eru ílagi

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Nú fáa eisini vit í Føroyum eina skipan við brosteknum til Handlar, matstovur, kantinur, grillbarri, pitsamatstovur so framvegis.

Hetta er endamálið við einum uppskoti, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Ein slík skipan við brosteknum fer at gera tað munandi lættari hjá fólki at velja matstovur og handlar, har reinførið, og onnur viðurskifti, eru í lagi.

Tað merkir, at tá ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur verið á eftirlitsvitjan í einum handli, ella eini matstovu av onkrum slagi, verður ein frágreiðing gjørd.

Og samstundis fær handilin, ella matstovan eitt brostekn, sum SKAL hongjast upp á sjónligum staði, beint við úthurðina.  

Hetta er eitt brostekn, sum á einfaldan hátt, kunnar kundarnar um matvørutrygd, eisini reinføri og um onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri teir.

Samstundis skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini almannakunngera úrslitið av einum eftirliti á heimasíðu síni.

Tá ið ein matstova, ella ein handil, hava rættað tey brot sum eru staðfest, skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera eitt nýtt eftirlit sum skjótast.

Matstovur og handlar, kunnu fáa trý ymisk brostekn og tey eru hesi:

 Fegið brá

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ongar viðmerkingar. Úrslitið verður víst við hesum symboli:

 Strangt brá 

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest frávik frá reglunum og hevur t.d. givið boð, sett forboð ella sett tiltøk í verk. Úrslitið verður víst við hesum symboli:

 Misnøgt brá

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest álvarslig frávik frá reglunum ella staðfest afturvendandi brot á reglurnar. Úrslitið verður víst við hesum symboli: