Nú fáa vit betri møguleika at virka fyri fríari fosturtøku í Føroyum

Hóast málið um fría fosturtøku varð felt í Løgtinginum í mai, var tað kempistórt, sigur Katrin Sigurpálsdóttir Kamban

Katrin Sigurpálsdóttir Kamban er eitt av undangongufólkunum í felagsskapinum Fríum Vali
Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Sum vit skrivaðu í morgun, fekk felagsskapurin, Frít Val, heiðursløn í gjárkvøldið. Saman við heiðursskjalinum er eisini ein gáva upp á 20.000 krónur.  

Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/heidrad-fyri-at-stridast-fyri-friari-fosturtoku-i-foroyum

Tað var Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, sum tók ímóti heiðurslønini fyri Frítt Val. Hon heldur, at hetta er ein viðurkenning, sum varpar nógv ljós á felagsskapin og tey mál, hann virkar fyri, nevniliga at virka fyri fríari fosturtøku í Føroyum.

Men hon sigur eisini at hetta fer at geva teimum betri møguleikar at virka fyri fríari fosturtøku í Føroyum.

– Vit eru ein felagsskapur við sjálvbodnum fólki, so 20.000 krónur eru nógvir pengar í okkara verð, sigur hon.

Hon sigur, at nú hava tey so fingið ein møguleika at skipa fyri onkrum tilkøkum og at gera ymiskt tilfar og tey hava eisini fingið ein møguleika at vitja felagsskapur, sum líkist teirra fyri at greiða frá støðuni í Føroyum og fyri at fáa íblástur frá teimum.

– Upplýsing er okkara besta amboð í arbeiðnum fyri fríari fosturtøku, sigur Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, sum var við til at stovna Frítt Val í 2017.

Annars er eisini ein annar felagsskapur í Føroyum, sum hevur akkurát mótsatt endamál av tí, sum Frítt Val hevur. Tað er felagsskapurin, Pro Vita, sum stríðist ímóti fríari fosturtøku. 

Pro Vita fær 300.000 krónur á fíggjarlógini hjá Løgtinginum, men Frítt Val fer ikki eina krónu. Onkuntíð hava løgtingslimir tosa um, at hetta er at gera mismun, tí tað gevur Pro Vita heilt aðrar møguleikar at virka fyri sínari sak enn hvat Frítt Val hevur at virka fyri sínari sak. Og tí hava løgtingslimir eisini tosa um at gera reglur fyri, hvørjir felagsskapir skulu fáa játtan á fíggjarlógini.

Katrin Sigurpálsdóttir Kamban sigur heilt stutt, at eftir hennara tykki skuldi hvørgin felagsskapurin verið á fíggjarlógini.

Spurningurin um føroyska fosturtøku er frammi í danska Fólkatinginum av og á og har tosa politikarar um at danska stjórnin skal leggja trýst á føroyskar myndugleikar um at fáa fría fosturtøku í Føroyum.

Tað heldur Katrin Sigurpálsdóttir Kamban lítið um. Hon heldur ikki, at danskir politikarar skulu leggja seg út í føroysk viðurskifti og tí skulu teir eisini heldur ikki leggja trýst á okkum til at fremja eitt mál vit sjálvi ikki eru til reiðar til at fremja.

Danskir politikarar hava eisini borið upp á mál, at danska stjórnin eigur at stuðla føroyskum kvinnum fíggjarliga sum vilja sleppa til Danmarkar at fáa fosturtøku.

Heldur ikki tað tekur hon undir við, tí hon heldur ikki, at tað er uppgávan hjá donsku stjórnini. Hinvegin hava tey frætt frá ymsum felagsskapum, sum vilja hjálpa kvinnum at ferðast til at fáa fosturtøku, men tað er ikki ein uppgáva hjá donsku stjórnini.

Hon sigur hon kortini, at tað er javnan, at føroyskar kvinnur ringja til tey, tí tær eru við barn og vilja hava fosturtøku. Frítt Val fær ikki hjálpt teimum fíggjarliga, men tey hjálpa teimum við ráðum og vegleiðingum um,  hvussu føroyska lógin skal tulkast, og hvørjir møguleikar eru aðrastaðni, helst í Danmark.

– Spurningurin um fosturtøku í Føroyum er ein spurningar, sum skal avgreiðast í Føroyum - av føroyingum sjálvum, sigur hon.

Og hon er onga løtu í iva um, at einaferð koma vit til tann dagin, at vit fáa fría fosturtøku í Føroyum.
Hon heldur nevniliga at fólkahugsanin í Føroyum er nógv broytt hesi seinastu árini. Og fyrr í ár kom varð enntá eitt uppskot lagt fyri Løgtingið, men tað manglaði eina atkvøðu í at verða samtykt.

Hon heldur eisini, at atkvøðugreiðslan í Løgtinginum í fyrr í ár, er eitt talandi dømi um, hvussu fólkahugsanin er broytt.

 – Hóast uppskotið varð felt, var hetta kempistórt, sum Katrin Sigurpálsdóttir Kamban orðar seg. Í hesum sambandi hugsar hon um, at tey eru næstan á mástrikuni tá ið tað kemur so langt sum at uppskot verður lagt fyri Løgtingið - og tað manglar bara eina atkvøðu í fyri at verða samtykt.