Nú fáa vágafólk eisini apotek
Nú verður leitað eftir hølum
Áki Bertholdsen
26. mars 2024 kl. 14:50
Nú fáa vágafólk eisini sítt egna apotek. Heilsumálaráðið sigur, at nú er avgerð tikin um at lata apotek upp í Vágum. Og sostatt verður tað lættari hjá vágafólki at fáa fatur á heilivági.
Í hesum sambandi eru tey farin at leita eftir hóskandi hølum til apotekið. Ætlanin er, at hølisspurningurin skal vera avgreiddur seinast í apríl og so verður arbeitt víðari við málinum