Kanningarstovan, Thetis, hevur fingið nýggjan stjórs. Tann 1. mars tekur Elin Djurhuus Joensen nevniliga við sum nýggjur stjóri í Thetis. Marita Debess Magnussen, sum hevur verið stjóri í átta ár, heldur fram sum partaeigari og nevndarlimur í Thetis, boða tey frá í tíðindaskrivi í morgun.
Elin Djurhuus Joensen er 42 ár og útbúgvin mikrobiologur við PhD í mikrobiologi og biotøkni. Seinastu árini hevur hon starvast hjá SMJ innan aling, spillvatn og umhvørvi.
Í høvuðsheitum hevur hon har staðið fyri at menna og fremja lívfrøðiliga partin av ráðgeving og tænastum innan aling bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini hevur Elin starvast á biotøknideildini á Fiskaaling.
Tey siga, at tíðin er nú komin til at lata nýggjar kreftir sleppa framat og eitt nú fara tey nú at hyggja at nýggjum marknaðum bæði innanlands og uttanlands.
Thetis hevur átta ár á baki og er nýliga flutt í egna kanningarstovu á Saltangará.