Nú fáa summi foreldur at pinkubørnum meiri at liva av. Tað eru bæði samgongan og andstøðan í Løgtinginum, samd um.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu um hækka markið fyri, hvussu nógv foreldur kunnu fáa úr barsilsskipanini.
Tað mesta, foreldur kunnu fáa úr barsilsgrunninum, er 25.000 krónur um mánaðin. Men nú fara tey foreldur, sum hava rætt til at fáa tað hægsa útgjaldið úr barsilsgrunninum, at fáa 5.000 krónur meiri, ella 30.000 krónur um mánaðin.
Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur havt uppskotið til viðgerar, tí har eru bæði samgongan og andstøðan samd um at hækka útgjaldið.
Tey halda, at nú er stundin komin, at hámarks-gjaldið hækkar úr 25.000 krónum upp í 30.000 krónur, tí tað hevur staðið í stað í nógv ár og hevur ikki fylgt við príshækkingunum og lønarhækkingunum.
– Tann fyrsta tíðin við barninum hevur stóran týdning, og tí er tað gott, at vit hava eina góða barsilsskipan, har foreldur kunnu vera heima við nýfødda barninum, uttan at missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, halda tey.
Men tað er eisini eitt framstig, at nú fer lestrarstuðulin eisini at verða taldur við, tá í gjaldið úr barsilsgrunninum skal roknast út.
Tað merkir, at nýútbúgvin foreldur, ið ikki hava verið so nógv á arbeiðsmarknaðinum undir lestrinum, fáa hægri gjald, tí tað verður roknað út eftir inntøkuni,sum hevur verið frammanundan.