Nú fáa tey, sum ganga í miðnámsskúla og yrkisskúlarnir kring landið sín egna prest.
Bispur lýsir nú eftir presti, sum skal virka ímillum tey, sum eru undir útbúgving á miðnámi og sum ganga í yrkisskúla.
Talan er um eitt nýtt starv sum er tíðaravmarkað í fýra ár. Tá skal tað eftirmetast og roynist tað væl, kann tað verða longt tvey ár afturat.
Bispur sigur, at virkisøkið hjá nýggja prestinum eru næmingarnir á miðnámsskúlunum og yrkisskúlunum í Føroyum.
Høvuðsuppgávurnar vera at bjóða næmingunum samrøður um tilveruspurningar, at veita teimum sálarrøkt og at skipa fyribólkasamrøðum.
Men presturin skal eisini hava nakrar vanligar gudstænastur og nakrar gudstænastur á skúlunum.
Bispur sigur, at tað, tey leita eftir, er ein prestur við lívsroyndum og førleikum at møta næmingunum við teimum trupulleikum, sum ung kunnu hava í nútíðarsamfelagnum.
Tað er avgerandi, at presturin er andaliga og menniskjansliga fevnandi, sigur bispur.