Nú fáa øll fólk í Eysturkommunu eitt kók av grind
Grindin, sum legði beinini í morgun, verður eisini býtt í heimapartar
Áki Bertholdsen
5. juli 2024 kl. 14:49
Tað vóru 90 hvalir, sum løgdu beinini í grindini í Gøtu í morgun. Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at tilsamans vóru teir 490 skinn.
Hann sigur, at avgerð er tikin um at býta grindina í drápspartar og í heimapartar.
Tey, sum vóru við í grindini, fáa umleið eitt skinn í part fyri ómakin og restin verður so býtt í heimapartar. So tað verður eitt kók til tey, sum vilja hava grind.
Seðlarnir koma nú klokkan 16 og tey, kommunan skipar fyri at skera grindina til heimapartarnar, upp. Kommunan sigur, at tey, sum vilja hava heimapart, kunnu fara á keiina í Norðragøtu eftir henni klokkan 19.