Ongi úrslit

Nú fáa føroyingar størri ræði á um teir vilja liva ella doyggja

Skjótt kunnu eisini føroyingar skriva viðgerðar-testamenti

Áki Bertholdsen
14. apríl 2025 kl. 12:50

Nú fáa eisini føroyingar størri ræði á sínum egna lívi, og um teir vilja liva, ella doyggja, verða teir raktir av álvarsligari sjúku, ella álvarsligari vanlukku.

Skjótt fer tað nevniliga eisini at bera til hjá føroyingum at skriva viðgerðar-testamenti.

Hetta er eitt danskt málsøki og tað hevur verið galdandi í Danmark í eina tíð. Men á nýggjárinum verður hetta eisini sett í gildi í Føroyum

Í einum viðgerðar-testamenti kunnu sjúklingar gera av um teir, í ávísum førum, ikki vilja hava framhaldandi viðgerð, við tí avleiðing, tað hevur við sær.

Her verður hugsað um sjúklingar, sum verða so álvarsliga sjúkir, at teir ikki sjálvir eru førir fyri at taka avgerð um tað.

Talan kann eisini verða sjúklingar, sum verða so illa skaddir í eini ferðsluvanlukku, ella sum verða so dementir, at teir ikki ikki eru førir fyri at taka eina slíka avgerð sjálvir, um teir vilja hava viðgerð, ella ikki.

Tað merkir, at tá ið kunngerðin er komin í gildi, kunnu fólk, ímeðan tey enn eru frísk, og við fult vit, fara til ein lækna og skriva eitt viðgerðar-testamenti.

So er testamentið galdandi frá teirri løtu, tað er skrásett í talgildu heilsuskipanini og verður tikið fram, skuldi tað hent, at tey verða so vánalig, at tey ikki eru før fyri at taka eina avgerð sjálvi.

Men hóast fólk hava skrivað eitt viðgerðar-testamenti, kunnu tey altíð fara aftur til lækna og ógilda tað aftur.

Men verða fólk sjúk, kunnu tey eisini altíð taka testementið aftur. Men tá skulu tey gera púra greitt og eintýðugt, fyri heilsustarvsfólki, at tað skal ógildast.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

Í gjár kl. 19:00

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

Í gjár kl. 11:41

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14