Sum partur av arbeiðinum at menna fleiri landsliðsspælarar, verður virksemið hjá FSF víðkað í næstum, til eisini at hava U16-landslið. Hesum hevur Fótbóltsamband Føroya boða frá í tíðindaskrivi.
Í 2020 fingu øll limalondini í FIFA møguleikan at vera við í einari kanning, ið hevði til endamáls at greina, hvussu lond skipa sína menning av ungdómsleikarum.
Úrslitið av kanningini er ein frágreiðing upp á 148 síður, við nøkrum staðfestingum – og við ítøkiligum tilmælum til Fótbóltssamband Føroya um, hvussu arbeiðið kann mennast enn meira.
– Út frá hesum tilmælum hava vit viðgjørt, hvussu vit best kunnu flyta føroyskan fótbólt við støði í FIFA greiningini, og eru komin til ta niðurstøðu, at vit fara at víðka okkara landsliðsvirksemi við U16, og at seta venjarar at varða av menningini av hesum aldurbólkinum, sigur tekniski stjórin í Fótbóltsamband Føroya, Pætur Clementsen. Longu nú eru størvini sum landsliðsvenjarar hjá ávikavist U16- og U17-landsliðunum við gentum, og U16- og U17-landsliðunum við dreingjum leys at søkja.
– Endamálið við at víðka landsliðsarbeiði við U16-landsliðum, er at skapa karmar fyri at fleiri spælarar fáa landsliðsroyndir, og sum heild at hava landsliðs-pyramiduna breiðari í longri tíð. Væntandi fer hetta eisini at menna spælarar úti í feløgunum, og at vera til gleði og gagn fyri føroyskan fótbólt, sigur Pætur Clementsen.
Fótbóltssamband Føroya sigur í tíðindaskrivnum, at leikluturin hjá venjarunum verður tvíbýttur. Umframt at vera venjari hjá U16- og U17-landsliðunum, skulu viðkomandi venjarar eisini hava eitt regluligt samskifti við venjingarumhvørvið í feløgunum kring landið, har spælararnir eru dagliga.
– Hetta verður gjørt fyri at stuðla lokalu venjarunum í at leggja gerandisdagin hjá spælarunum tilrættis, so hesi hava so góðar fortreytir sum yvirhøvur tilber at mennast. Arbeitt hevur verið við hesi verkætlan í rúma tíð, og tí er gleðiligt at vit loksins eru komin har til, at lýsa størvini leys, sigur Pætur Clementsen, tekniski stjóri í Fótbóltssamband Føroya.