Nú fáa fólk í Hesti nýtt skip - og tað siglur skjótt

– Hestfólk hava leingi samskift við skiftandi landsstýrisfólk um at fáa betri samband út í oynna, og nú er tað eydnast, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður

Áki Bertholdsen
20. desember 2023 kl. 13:06

Tað er nú greitt, at tað verður skjóttgangandi ferjan, Erla Kongsdóttir, sum fer at røkja rutusiglingina ímillum Gomlurætt og Hest í framtíðini.

Tað hevur Strandferðslan nú tikið støðu til.

Nú Sandoyartunnilin letur upp, verður siglingin ímillum Hest og Gomlurætt ein sjálvstøðug ruta. Erla Kongsdóttir fer væntandi í sigling á Hestleiðini í apríl mánaða, eftir at eitt brek á einum av gearunum er umvælt. 

Hesa fyrstu tíðina varðveita tey sostatt Teistan, so hann heldur fram nakað afturat. Í hesum sambandi fara fólk í Hesti eisini at fáa eina betri ferðaætlan, har tað eisini ber til hjá hestfólki at ferðast tíðliga um morgunin til arbeiðis, ell í skúla.

Men allir túrarnir á hestleiðini eru tilkallitúrar, tað merkir, at tey, sum skulu yvirum, skulu boða frá tí frammanundan.

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at nýggja ferðaætlanin á hestleiðini er munandi betri enn tann, sum nú fer úr gildi.

– Túratalið er munandi økt og fyrsti túrur av Gomlurætt út í Hesti, er klokkan sjey á morgni, fyrsti túrur inn aftur er klokkan 7.20, so at tað ber til hjá fólki at búgva í Hesti og arbeiða á meginlandinum, sigur hann.

– Hestfólk hava í eitt longri áramál verið í samskifti við skiftandi landsstýrisfólk um at fáa betri samband út í oynni, soleiðis at tað var gjørligt at kunnu búgva í Hesti og arbeiða, ella ganga í skúla í meginøkinum. Hetta hevur ikki verið gjørligt higartil, tí fyrsti túrurin úr Hesti á Gomlurætt hevur verið klokkan 8.45, staðfestir Dennis Holm.

Men nú er ferðaætlanin broytt so at siglt verður úr Hesti fyrr um morgunin, so at tað eisini ber til at arbeiða, ella ganga í skúla á meginøkinum, hóast ein býr í Hesti.