Nú fáa danir talgilt koyrikort

Danska Dátueftirlitið hevur ment eina nýggja app, ið stutt og greitt kallast “Koyrikort”

Sigurjón Einarsson
24. november 2020 kl. 08:00

Ert tú ein av teimum, sum ofta gloymir sítt koyrikort heima við hús, tá tú fert í bilin, so er hetta kanska góð tíðindi fyri teg.

Danir hava júst fingið eina app, har koyrikortið kann goymast talgilt. Ofta plaga vit føroyingar at apa eftir, hvat danir gera, so kanska er hendan loysnin ikki langt av leið, áðrenn hetta eisini verður møguligt í Føroyum.

Umframt, at koyrikort nú verða talgild, so verður eyðkenda gula sjúkratryggingarprógvið eisini talgilt í komandi ári.

Eisini verður møguligt at nýta nýggja talgilda koyrikortið sum samleikaprógv. Tøknin ger, at tað fylgir ein QR-kota við, ið millum annað løgreglan kann skanna, verður tú steðgaður í ferðsluni. Hetta, hóast einki netsamband er á leiðini, har tú koyrir.

Einasta, ið krevst fyri at fáa eitt talgilt koyrikort, er ein snildfon og eitt galdandi pass.