Yvir 5.000 fólk eru nú staðfest deyð eftir jarðskjálvtarnar, ið vóru í landsynningspartinum av Turkalandi í gjáramorgunin.
Tað skrivar Reuters.
Varaforsetin í Turkalandi sigur á tíðindafundi í morgun, at 3.419 fólk eru staðfest deyð í Turkalandi, meðan 1.602 fólk eru deyð í Sýria.
Fyrri jarðskjálvtin, sum var klokkan 01.17 føroyska tíð – 04.17 lokala tíð – varð máldur til at vera 7,8 á Richter-stiganum, meðan seinni jarðskjálvtin, sum var fyrrapartin í gjár, bleiv máldur til at vera 7,7.
Heimsheilsustovnurin, WHO, metir, at deyðstalið kann koma upp á 20.000 fólk í leypi av teimum komandi døgunum. Onnur 20.000 fólk eru særd, sambært turkisku stjórnini.
Bjargingarlið eru í gongd í bæði Turkalandi og Sýria, og fleiri bjargingarlið eru longu komin til Turkalands at hjálpa til við bjargingararbeiðnum.
Eftirskjálvtar og kalt veður ávirkar arbeiðið
Eftirskjálvtar og kalt veður ávirkar arbeiðið hjá bjargingarliðunum. Beint fyri klokkan sjey okkara tíð rakti ein eftirskjálvti, sum bleiv máldur til at vera 5,4. Stutt aftaná varð aftur ein skjálvti, ið bleiv máldur til at vera 4,5 á Richter-stiganum.
Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur lýst sjey daga landasorg vegna jarðskjálvtarnar. Og hann hevur eisini boða frá undantaksstøðu í tíggju býum í tríggjar mánaðir eftir jarðskjálvtan.
Turkaland er eitt av teimum mest aktivu jarðskjálvtaøkjum í øllum heiminum. Í 1999 doyðu 17.000 fólk, tá ein jarðskjálvti, sum máldi 7,4, rakti Turkaland.