Vit hava ongantíð verið so nær við at gerast eitt ordiligt land í heiminum, sum vit eru nú. Tað var boðskapurin hjá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, nú flokkurin hevur floksting í dag.
Og tá ið hann meinar við at vit eru við at verða eitt ordiligt land, hugsar hann um, at vit eru nær við at verða eitt sjálvstøðugt land við einum sjálvberandi og haldførum búskapi.
Og vit eru eisini á so góðari leið at skapa eitt ordiligt samfelag og livilig kor fyri fólk, mentan, vinnu og samhaldsfesti, legði hann afturat.
– Vit geva okkum kanska ikki far um, hvussu langt vit eru komin at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð og at gerast eitt ordiligt land, segði Høgni Hoydal.
Hann sigur, at nú hendan samgongan hevur samtykt at skerja donsku ríkisveitingina til Føroyar 100 milliónir krónur, eru bara góðar 500 milliónir eftir av búskaparligu bindingunum til Danmark.
– Tá ið hetta valskeiðið er runnið, er blokkurin er bara 1,5 prosent av okkara búskapi. Fyri 30 árum síðani var blokkurin næstan 25 prosent av okkara búskapi.
– Halda vit á, er ikki eitt torført stig at taka seinastu tøkini yvir nøkur ár, segði Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at vit hava tikið at kalla øll mál á føroyskar hendur. Tað, ið nú manglar at yvirtaka, eru løgreglan og dómstólarnir, og so at skipa ein føroyskan lestrarstuðul til øll lesandi, ið skal vera betri enn í okkara grannalondum.
Og so mangla vit eisini at samtykkja okkara egnu stjórnarskipan og at gera eina avtalu við Danmark um samstarvið frameftir sum tvey javnsett lond, ið skulu leggjast til fólkaatkvøðu, sigur formaðurin í Tjóðveldi.
Hetta gera vit sjálvandi ikki einsamøll og tí mugu vit royna at vinna undirtøku ímillum fólk og aðrar flokkar, segði Høgni Hoydal.
Hann sigur, at tey stóru tøkini eru nú at at tryggja búskaparliga haldførið við at skapa menniskjaligt haldføri. Og at lyfta teir lægstu inntøkubólkarnar upp, og at skapa bústaðarmøguleikar og møguleika at skapa sítt egna heim í Føroyum.