Mikukvøldið 18/09/2024 var søguligur aðalfundur hjá felagnum. Hetta var seinasti aðalfundur, har tað vóru felags ítróttagreinar í tí gamla felagnum, sum vit kenna sum Kollafjarðar Ítróttarfelag.
Fyrr í ár fór kappróðurin í egið felag, sum eitur KÍF - Kappróður, og í vikuni hevur flogbólturin fingið síni viðurskifti uppá pláss og eita nú KÍF - Flogbóltur.
Nú eru sostatt trý ítróttarfeløg í bygdini. Hondbólturin heldur fram í verandi felag, og aðalfundurin samtykti broytingar í viðtøkunum, sum nú er rættaðar til hondbólt. Hetta hevur verið ein longri tilgongd, síðani 2022, at fáa hetta avgreitt. Allir partar eru samdir um, at hetta er rætta kósin fyri ítróttin í bygdini.
Nú hevur hvør ítróttargrein frælsi at reka feløgini á teirra hátt og vónandi ger hetta eisini, at eldsálir koma á røttu støð, innanfyri tann ítrótt tær brenna fyri.
Sjálvur aðalfundurin var skjótt og væl avgreiddur. Felagið kundi í rokniskapinum vísa á eitt trivaligt ársúrslit, eitt av teimum heilt góðu, seinastu mongu árini. Hetta kemst millum annað av, at inntøkurnar eru nógv hækkaðar, sum eisini ber boð um nógv sjálvboðið arbeiði, sum er grundarsteinurin undir einum lítlum ítróttarfelag.
Í nevndini er ikki stórvegis broyting. Anja Weyhe, Nicklas Selvig og Karstin í Húsinum stóðu fyri vali. Øll trý vildu fegin taka eitt tørn afturat og aðalfundurin samtykti. Anja Jacobsen, sum hevur sitið í nevndini síðani 2022, ynskti at vera avloyst. Í hennara stað bleiv sonurin, Magnus D. Jacobsen, valdur. Vit takka Anju fyri gott samstarv. Nevndin hevur skipað seg á hendan hátt:
Anja Weyhe, forkvinna
Karstin í Húsinum, næstformaður
Magnus D. Jacobsen, kassameistari
Nicklas Selvig, nevndarlimur
Eyðgerð Jacobsen, nevndarlimur