Veðrið hevur verið so ringt, at sjálvt ikki Landsverk hættaði sær at senda fólk og maskinur á fjøllini at salta vegir og at grava kava.
Men nú er vindurin avhæsaður, so klokkan 9.30 fóru allir mans út at rudda vegirnar.
Mortan Olsen, leiðari á veghaldinum hjá Landsverki, sigur, at tað er nógv at fara um, so tað verður ein løta, áðrenn tamarhald er aftur á støðuni. Hann sigur, at gongur sum ætlað, eru teir komnir rættiliga væl runt á miðdegi.
Men tað eru framvegis rættiliga ring líkindi fleiri staðni og tað er nógv jarðrok fleiri staðni - og Vestmannavegurin er aftur stongdur nú fyrrapartin
Annars eru sera vánalig koyrilíkindi um Gøtueiði, á Oyndarfjarðarvegnum, á Gjáarskarði, um Sandavágsháls, á Oyggjarvegnum, um Norðadalsskarð, um Velbastasháls, á Syðradalsvegnum á Streymoynni og Brekkuni Stóru á Sandoynni.
Tí verður heitt á bilførarar um at vísa stórt varsemi.
Men hetta verður bara eitt andarhald, tí hann sigur aftur frá nógvum vindi í nátt við avfalli. Men í morgin er aftur arbeiðsdagur og Mortan Olsen sigur, at sum tað sær út í løtuni, fara teir at grava og salta klokkan fimm í morgin ári, sum vanligt.