Nú eru Føroyar millum tey stóru

Fimm norðurlendskar hondbóltstjóðir fara næsta ár í januar at luttaka í EM endaspælinum í hondbólti

Jonhard Hammer
30. apríl 2023 kl. 20:18

Í dag hevur føroyska hondbóltslandsliðið við monnum skrivað søgu. Tað hevur kvalifiserað seg at vera við í EM endaspælinum, sum í januar 2024 verður í Týsklandi.

Heilt merkisvert er tað, at fimm Norðurlond vera við í endaspælinum. Umframt donsku heimsmeistararnar eru hinar tjóðirnar Svøríki, Noreg og Ísland, sum plaga at vera við í HM og EM og OL endaspølum, og so Føroyar, sum fyri fyrstu ferð fara at taka lut.

Føroyskir hondbóltsfjepparar plaga at taka á við Íslandi og Danmark. Nú vera hesar báðar stóru hondbóltsjóðirnar skumpaðar eitt trin niður á stiganum, tí nú fara føroyskir hondbóltsfjepparar og allir føroyingar – burturi og heima – at stuðla føroyingunum, sum eftir ársskiftið fara at spæla og stríðast í Týsklandi.

Undan dagsins dysti í Eysturríki sá tað ljóst út soleiðis at skilja, at møguleikin fyri at sleppa upp í part í endaspælinum var góður, sjálvt um tað í dag kundi enda við tapi ímóti eysturríksku favorittunum. Treytin var, at Ukraina í dag ikki vann við fleiri enn átta málum ímóti Rumenia.

Føroyar vóru í fyrra hálvleiki rendar um koll av Eysturríki, og hálvleiksstøðan var 24 – 16. Eftir steðgin var tað munandi frægari, og úrslitið var 38 – 33.

Ukraina var støðugt omaná ímóti Rumenia, og tá ið munurin eina løtu í seinna hálvleiki var seks mál, var tað mest sum ov spennandi. Men tað endaði við, at Ukraina vann 31 – 26. Og so var tað greitt, at Føroyar hava kvalifiserað seg at vera við í EM endaspælinum.

Løtu seinni staðfesti EHF, at Føroyar endaðu á øðrum plássi millum teir átta tríararnar, ið kappaðust um at vinna fýra pláss í endaspælinum.

Eysturríki – Føroyar 38 – 33 (24 – 16)

Føroyar: Hákun West av Teigum 10, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Helgi Hildarson Hoydal 4, Óli Mittún 4, Leivur Mortensen 3, Rói Berg Hansen 3, Theis Horn Rasmussen 2, Tróndur Mikkelsen 1, Peter Krogh 1, Pætur Mikkjalsson, Kjartan Johansen, Jónas G. Djurhuus, Vilhelm Poulsen, Pauli Mittún

Málverjar: Nicholas Satchwell 33,33 % og Pauli Jacobsen 20 %

Á beinkinum: Peter Bredsdorff-Larsen, Lars P. Møller, Tom Jensen og Jóngerð Martinsdóttir Nielsen