Týskland er sera hart rakt av koronasmittuni. Talið av smittaðum er nú komið yvir tvær milliónir og næstan 45.000 týskarar hava latið lív við koronasjúku, upplýsir Robert Koch Institut, sum svarar til danska Statens Serum Institut.
Týski kanslarin Angela Merkel er nú farin at arbeiða við enn strangari átøkum fyri at steðga keðiligu gongdini. Ógvuliga høgt smittu- og deyðstal saman við bretsku koronavariatiónini er orsøkin til, at Merkel nú følir seg noydda at seta strangari átøk í verk.
Merkel hevur kallað statsríkisleiðararnar til fundar í komandi viku, fyri at fáa steðga smittuni.
Byrjaði annars væl
Týskland var annars eitt av teimum londunum, sum kom best gjøgnum várið 2020. Men landið er hart rakt nú.
Seinasta døgnið er smittutalið vaksið við meira enn 22.000 fólkum og fleiri enn 1100 fólk eru deyð við smittuni, skrivar Reuters.
Dagligu deyðstølini vísa eisini, at fyri hvønn millión íbúgva í Týsklandi eru 15 deyð. Til samanbering er talið í USA 13, meðan tað í Danmark er áleið helvtina. Í Føroyum er ein persónur deyður við korona.