Nú eru allar kirkjubøkurnar almennar

Suðurstreymoyar kirkjubók 1852-1892 varð í dag løgd fram í Finsen

Varðin - Mentanarrit
26. mars 2024 kl. 18:00

Týskvøldið 26. mars kl. 17, verður Suðurstreymoyar kirkjubók 1852-1892 løgd fram í Finsen. Hetta er síðsta bókin í hesi verkætlan við 6000 síðum. Suðurstreymoy 1852-1892 er 430 síður.

Tann sum hevur gjørt tað bragd at gjørt hetta verk atkomuligt er Johan Guttorm Mikkelsen, sum fyri nøkrum árum síðani fór í holt við at skriva av allar tær varðveittu kirkjubøkurnar. Hetta var honum til dagdvølju, men so kom samstarv í lag millum hann og bókmentafelagið Varðan, sum var hugað at geva Føroya fólki møguleika fyri at síggja sína slekt nú mentanarrritið Varðin fylti hundrað ár.

Fyri fýra árum síðani, 7. juli 2020, komu tey fyrstu tvey bindini, og tey vóru um Eysturoynna. Orsøkin til at støðgað verður við 1892 er, at tá komu nýggjar bøkur. Nú Suðurstreymoyar kirkjubók 1852-1892, sum er níggjunda bókin í røðini, er løgd fram ber til at finna skyldfólk um allar Føroyar og tað fer at bera til at skriva bygdarsøgur á haldgóðum grundarlagi.

Bókmentafelagið Varðin skal takka øllum teimum, sum hava hjálpt okkum við hesi verkætlan. Tey sum hava sum stuðlað verkætlanini fíggarliga eru: Bakkafrost, Articon, Christian í Grótinum, Norðoya Sparikassi, Framherji, Grunnurin til minnis um Zacharias Niclasen, Hiddenfjord, Næraberg, Varðin - Gøtu, Hildigunn og Mortan Johannesen, PRG-Fiskavirkið í Gøtu, Eysturkommuna, Fuglafjarðar kommuna, Hovs kommuna, Húsavíkar kommuna, Hvannasunds kommuna, Klaksvíkar kommuna, Kunoyar kommuna, Runavíkar kommuna, Skálavíkar kommuna, Skopunar kommuna, Sunda kommuna, Sørvágs kommuna, Tórshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága kommuna og Vágs kommuna.