Nú eru 500 fólk í Føroyum smittað við koronu

68 tilburðir eru staðfestir seinasta døgnið, so samlaða talið av smittaðum nú er komið upp á 499

Sigurjón Einarsson
27. oktober 2021 kl. 17:00

Í gjár vóru 68 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum, sum síggjast á heimasíðuni corona.fo.

Av tí, at 68 tilburðir eru staðfestir seinasta døgnið, so merkir tað, at samlaða talið av smittaðum nú er komið upp á 499 fólk, sum eru smittað við koronu í Føroyum. 

Heimasíðan skrivar, at øll tey smittaðu hava fingið boð.

Eisini skrivar heimasíðan, at eitt fólk afturat er innlagt til sjúkraviðgerð, so tað talið er nú komið upp á seks fólk.

3311 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. 

499 fólk eru smittað í løtuni, meðan 599 fólk sita í sóttarhaldi.