Á miðnámsskúlanum í Vestmanna halda tey fram at útbúgva ferðaleiðarar til føroysku ferðavinnuna.
Og í hesum umfari hava 26 ferðaleiðarar fingið prógv á Miðnámi í Vestmanna
Síðan útbúgvingin til ferðaleiðara byrjaði í 2017, hava 126 ferðaleiðarar fingið prógv sum ferðaleiðarar í Føroyum.
Útbúgvingin til ferðaleiðara er eitt skeið upp á 200 tímar við fyrilestrum í Vestmanna, men tey gera eisini útferðir og ymiskt annað.
Hesi seinastu árini hava tey tikið næmingar upp hvørt ár tí eftirspurningurin eftir ferðaleiðarum hevur verið rættiliga stórur, sigur miðnámsskúlin á heimasíðuni.
Men tað skilja tey eisini væl, tá ið hugsað verður um, hvussu fjølbroyttir vinnumøguleikarnir eru.
Summir ferðaleiðarar arbeiða fyri ávísar ferðaskrivstovur fyri fasta løn. Men tað eru eisini fleiri av útbúnu ferðaleiðarunum, sum hava stovnað egnar fyritøkur við sínum egnu hugskotum til túrar við ferðaleiðara.
Miðnámsskúlin sigur, at hóast nógv tey flestu, sum hava fingið prógv eru ferðaleiðarar til enskt talandi ferðafólk var hetta skeiðið nakað serligt, tí hesir ferðaleiðararnir vórðu til próvtøku í kinesiskum, sponskum, portugisiskum og hollendskum.