Nú er Vestmannavegurin stongdur

Í vánaligu umstøðunum er tað neyðugt við arbeiðsfriði at fáa bilar leysar og rudda vegin, sigur Landsverk

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Í løtuni er ikki koyrandi til Vestmanna og úr Vestmanna. Landsverk hevur fyri lítlari løtu síðani gjørt av at steingja vegin, tí tað er so nógvur kavi og kavarok.

-Bilar standa fastir á vegnum, og fyri at fáa arbeiðsfrið hava vit tikið avgerð um at steingja vegin. Hvussu leingi, hann verður stongdur, dugi eg ikki at siga í løtuni, sigur Mortan Olsen hjá Landsverk í samrøðu við Kringvarp Føroya nú klokkan 15.

Maskinan, sum grevur, er í løtuni í Vestmanna, og so verður vent aftur ímóti Kvívík.

Hann kavar av møkum í løtuni, og tá ið tað samstundis er fitt av vindi, eru koyrilíkindini kring landið ikki góð.