Nú er Vestmannavegurin opin aftur

 – Men líkindini at koyra eru vánalig

Vestmannavegurin fyri eini løtu síðani. Myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
11 tímar síðan

Løgreglan boðar frá, at nú er aftur koyrandi til Vestmanna. Vegurin hevur verið stongdur fyri kavarok, men nú hevur Landsverk ruddað so frægt, at tað er koyrandi - men kortini eru líkindini ikki góð tí tað rýkur illa.

Annars sigur Landsverk, at tað eru vánalig koyrilíkindi á Oyndarfjarðarvegnum, Selatraðarvegum - og tað er ikki koyrandi til Gjáar.